Sáttmálin móti nýtslu av píning
Sáttmálin móti nýtslu av píning frá 10. desember 1984 komi í gildi fyri Danmark og Føroyar i 1987.
Sambært sáttmálanum skulu limalondini seta fyriskipanir í verk sum forða fyri píning, bæði hvat viðvíkjandi lóggávu, fyrisiting og løgfrøðiligari fyriskipan. Píning skal vera revsivert, og limalondini skulu hava eftirlit við reglum og praksis í sambandi við avhoyringar fyri at fyribyrgja at píning fer fram. Offur hava rætt til endurgjald, og vitnisburður fingin til vega við píning skal ikki kunna nýtast sum prógv í revsimálum.