Kvinnurrættindasáttmálin

Kvinnurrættindasáttmálin varð samtyktur í 1979, og kom í gildi í Danmark og Føroyum í 1983.

Sáttmálin hevur til endamáls at beina burtur allan mismun móti kvinnum og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum samfelagsøkjum. Sáttmálin allýsir hvat mismunur av kvinnum er, og tað verður staðfest, at limalondini skulu virka fyri javnstøðu í øllum lívsins viðurskiftum, bæði politiskt, fíggjarligt, sosialt, mentanarligt og borgarligt.

Sáttmálin - Convention on the Elimination of all Forms of Discrimination against Women

Seinasta frágreiðing. (Føroyska frágreiðingin er á s. 62 – 87)

Niðurstøðurnar frá ST-nevndini.