Barnarættindasáttmálin
Barnarættindasáttmáli Sameindu tjóða frá 1989 er høvuðsamboðið í altjóða høpi, tá tað snýr seg um verju av børnum. Sáttmálin varð lýstur at galda í Føroyum í 1993.
Barnarættindasáttmálin hevur trý sáttmálaískoyti. Hitt fyrsta snýr seg um rættindi hjá børnum í vápnaðum stríði, meðan hitt seinna er um verju av børnum í sambandi við barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnapornografi. Føroyar eru fevndar av báðum sáttmálaískoytum.
Triðja sáttmálaískoytið gevur rætt til individuella klaguatgongd til ST-Nevndina fyri Barnarættindi. Føroyar eru ikki fevndar av hesum sáttmálaískoyti.
Hitt fyrsta.
hitt seinna.
Sáttmálin - Convention on the Rights of the Child
Barnarættindasáttmálin á føroyskum.
Seinasta frágreiðing. (Føroyska frágreiðingin er á s. 145 - 169)