ST og mannarættindi
Tann 10. desember 1948 samtykti aðalfundur Sameindu tjóða Heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Hetta hendi trý ár eftir, at Sameindu tjóðir vóru stovnaðar í kjalarvørrinum eftir seinna heimsbardaga, sum kravdi í minsta lagi 60 milliónir lív.
Setningurin hjá Sameindu tjóðum var at endurreisa heimin og mentanina á nýggjum støði, ið skuldi byggja á virðing fyri einstaka menniskjanum við hennara íbornu virðing og ómissiligu rættindum til frælsi, rættvísi og fríð.
Heimsyvirlýsingin er, sum heiti ber brá av, ein yvirlýsing og tí ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini. Heimsyvirlýsingin verður tó roknað sum eitt grundvallarskjal samtykt av einum samdum ST aðalfundi, og síðani váttað av øllum teimum nærum tveyhundrað limalondunum í ST. Eftir at yvirlýsingin var samtykt, helt arbeiðið við at skapa bindandi altjóða reglur um mannarættindi fram. Millum teir týdningarmestu sáttmálarnir eru:
Føroyar eru fevndar av omanfyrinevndu sáttmálum. Tá eitt limaland hevur tikið undir við einum sáttmála, hevur landið skyldu at tryggja, at lógarverkið og galdandi siðvenja livir upp til krøvini í sáttmálanum.
Frágreiðingar til ST
Sambært sáttmálunum skulu sáttmálapartarnir lata inn frágreiðing til ST fjórða hvørt ár, har tað verður útgreinað hvussu ásetingarnar í sáttmálunum, um at tryggja borgarum rættindi innan tey ymsu økini, verða fylgdar.
Tað er Danmarkar Kongsríki, sum sáttmálapartur, ið letur inn frágreiðingar til ST. Føroyar svara fyri seg tá tað viðvíkur fremjan av skyldum sambært sáttmálunum í føroyskum løgdømi. Landsstýrið byrjaði at taka virknan lut í tilevnan av frágreiðingum til ST í 2004, tá fyrsta veruliga samanhangandi føroyska frágreiðingin um mannarættindi varð latin ST (Kvinnurættindasáttmálin).
Føroyska frágreiðingin kemur við í frágreiðingina frá Danmarkar Kongsríki, antin sum sjálvstøðugur partur ella sum eitt fylgiskjal. Áhugafelagsskapir hava somuleiðis møguleikan at lata inn sínar egnu frágreiðingar til ST um, hvussu tey meta støðuna vera í mun til teir ymsu sáttmálarnar. Hesar frágreiðingar verða kallaðar skuggafrágreiðingar.
Hoyringar
Á leið eitt til trý ár aftaná at eitt land hevur latið inn frágreiðing skipar ST fyri eini hoyring. Her verður spurt nærri til frágreiðingina og til viðmerkingarnar frá áhugafelagsskapunum. ST kemur síðani við tilmælum um, hvar batar eiga at verða framdir.
Føroyar hava verið umboðaðar til tær ymsu ST hoyringarnar síðan landsstýrið fór undir at lata sjálvstøðugt íkast til frágreiðingarnar til ST.
Við at trýsta á leinkjurnar við sáttmálaheitunum ber til at lesa meira um teir einstøku sáttmálarnar og tilhoyrandi sáttmálaískoyti. Her ber eisini til at síggja ST frágreiðingar úr Føroyum, og niðurstøðurnar frá ST-nevndunum.