Frumskjal II

Viðvíkjandi lýsing av hugtakinum ”upprunaframleiðslur”
og fyrisitingarligir samstarvshættir

Upprunareglurnar, sum eru ásettar í Frumskjali 3 til Sáttmálan millum Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Stjórn Íslands hinumegin um Frælsan Handil Føroya og Íslands millum, ið varð undirritaður 6 august 1992, soleiðis sum tær eru virknar, tá hesin Sáttmáli kemur í gildi, halda áfram at vera virknar og skulu verða mettar sum verandi partur av hesum Frumskjali.