Arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Bretlandi

Ferðafólk úr Føroyum og ávísum øðrum evropeiskum londum kunnu vera í Bretlandi í upp til 3 mánaðir uttan uppihaldsloyvi (visum).

Bláa ES ferðatryggingarkortið (European Health Insurance Card) er ikki longur galdandi, men 1959 Sáttmálin millum Danmark og UK um sosiala trygd er enn galdandi fyri Føroyar og tryggjar millum annað javnrættindi til heilsutrygd og heilsuveitingar undir styttri uppihaldi.

1. januar 2021 varð bretska útlendingalógin dagførd soleiðis, at nýggja sokallaða “Points Based System” stigaskipanin fyri uppihalds- og arbeiðsloyvi kom í gildi, og er galdandi fyri allar útlendingar, sum ætla at búseta seg og/ella arbeiða í Bretlandi. Bretska innlendismálaráðið (Home Office) hevur í samband við broytingarnar í útlendingalógini gjørt greitt, at sum danskir ríkisborgarar verða føroyingar viðgjørdir eins og borgarar úr ES og EBS.

Fyri longri uppihald er neyðugt við visum móti gjaldi umframt einum NHS heilsugjaldi fyri tíðarskeiðið visum er galdandi. Umvegis visum finnaran hjá bretsku myndugleikum ber til at finna rætta visum, her.

Meir kunning um nýggju bretsku útlendingalógina er at finna her.