Sendistova Føroya í Keypmannahavn

Serstøk mál hjá sendistovuni í Keypmannahavn fevna m.a. um:

  • At umboða Føroyar mótvegis donskum stjónarráðum og myndugleikum
  • Mál, har donsk stjórnarráð ráðføra seg við sendistovuna
  • Regluligar fundir millum føroyskar og danskar myndugleikar
  • Samskifti við aðrar sendistovur í Keypmannahavn serstakliga fyri at fremja búskaparligu áhugamál Føroya
  • At veita hølisumstøður og aðrar tænastur til føroyskar myndugleikar og vinnulív
  • At virka fyri, at Føroyar verða sjónligari í Danmark

Sendistovan í Keypmannahavn húsast á Norðurbryggjuni og ræður yvir fleiri skrivstovum, ið verða endurleigaðar eini altjóða skrivstovu og øðrum. Føroysk stjórnarráð, stovnar og fyritøkur nýta skrivstovu- og fundarhølini.


Jóannes V. Hansen
Sendimaður

Samband

Strandgade 91, 4. hædd, 1401 Keypmannahavn K

Tlf: +45 32833770

copenhagen@mfa.fo

Avgreiðslutíðir
Mánadag til fríggjadag 10:00-15:00