Útnorðurráðið

Útnorðurráðið er tingmannasamstarvsnevnd hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Ráðið hevur samstarvsavtalu við Norðurlandaráðið, men er ikki partur av felags norðurlendska samstarvinum. Útnorðurráðið ger útgreiningar og tilráðingar í málum, sum hava týdning fyri londini í Útnorðri.

Uppskot hevur verið frammi um at skipa útnorðursamstarvið við einum ráðharraráði, men hetta hevur ikki vunnið frama enn. Ráðharrar í útnorðri, eisini stjórnarleiðarar, hittast javnan í sambandi við virksemið hjá Útnorðurráðnum. Samstarvsráðharrarnir í Grønlandi, Íslandi og Føroyum hava gjørt avtalu um at vera formligt bindilið millum ráðið og stjórnirnar. Ráðið samstarvar eisini við Evropatingið og við Standing Committee of Parliamentarians of the Arctic Region (SCPAR). Søkt er eisini um eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum.