Havnastongsul fyri skip, sum sigla undir russiskum flaggi, o.o.
Skip, ið sigla undir russiskum flaggi, ella hava skift russiska flaggið ella skrásetingina til annað flagg ella aðra skráseting eftir 24. februar 2022, hava ikki havt atgongd til føroyskar havnir síðani 5. juli 2022. Fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið er knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, kunnu kortini koma í føroyska havn, treytað av, at treytirnar í kunngerð nr. 108 frá 18. november 2024 um ávís avmarkandi tiltøk eru loknar, sí serliga § 15, stk. 4.
Sambært § 15, stk. 4 í kunngerðini um avmarkandi tiltøk kunnu fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið eru knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, koma í føroyska havn, um tey hava ørindini, sum eru umskiping og landing av veiðu frá fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, og í hesum sambandi keyp av vørum og tænastum, loyvdar sambært kunngerðini, um onnur veiða ikki er umborð. Hetta kann eisini vera galdandi um eingin veiða er umborð, men er tá treytað av, at fiskiskipið fer beinleiðis til fiskiskap, ið er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland.
Orðingin “Fiskiskapur, sum er heimilaður í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland” í § 15, stk. 4 fevnir bert um veiðu av tí kvotu av svartkjafti, makreli, norðhavssild og djúpvatnsfiski, sum Føroyar lata Russlandi at fiska í føroyskum sjógvi, umframt veiðu av NEAFC kvotu, sum Russland kann fiska í føroyskum sjógvi. Á heimasíðuni hjá VØRN sæst yvirlit yvir russisk skip, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi.
Tá loyvdu ørindini hjá russiska fiskiskipinum eru avgreidd, skulu tey, uttan óneyðugt drál, aftur úr føroyskari havn. Hetta kemst av, at tá fortreytin fyri at koma í havn ikki er viðkomandi longur, fellur grundarlagið fyri undantakinum eisini burtur.
Serlig undantøk eru fyri skip, sum av neyð mugu leggja inn í føroyska havn, og sum annars lúka serligu treytirnar fyri undantøkum eftir § 15, stk. 5 í kunngerðini.
Í aðrari lóggávu kann verða ásett, at atgongd til føroyska havn er treytað av øðrum, sjálvstøðugum loyvi, ella at slík atgongd skal fráboðast myndugleikunum frammanundan, ella líknandi. Tað skal tískil havast í huga, at reglurnar í kunngerðini um ávís avmarkandi tiltøk ikki skúgva hesi alment galdandi krøv til viks.
Avmarkingar fyri skip, fevnd av tiltøkum í sambandi við hybridatgerðir
Í § 3a í kunngerð nr. 18. november 2024, sum broytt við kunngerð nr. 226 frá 30. desember 2025, er ásett skylda at frysta ognir, sum eru í varðveitslu ella undir ræði hjá likamligum ella løgfrøðiligum persónum ella eindum, nevnd í skjali 1 A ella 1 B til kunngerðina. Harumframt er ásett, at eingin ognarlutur skal vera til fyrimuns fyri ella latast likamligum ella løgfrøðiligum persónum ella eindum, nevndir í skjali 1 A ella 1 B, at ráða yvir, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.
Tvey russisk reiðarí, sum hava havt virksemi í Føroyum, eru fevnd av ásetingunum. Hetta inniber, at skip hjá hesum reiðaríunum ikki kunnu fáa fiskiloyvi at fiska í føroyskum sjógvi, eins og skipini heldur ikki kunnu koma í føroyska havn ella fáa tænastur í Føroyum ella frá føroyskum veitarum.
Kunngerðin er tøk her.
Avmarkingar fyri ávís skip, sum ikki sigla undir russiskum flaggi
Í § 15 a, stk. 1, í kunngerð nr. 108 frá 18. november 2024 um ávís avmarkandi tiltøk, er ásett forboð fyri at veita ávísum skipum ymiskar tænastur og veitingar, heruppií at geva atgongd til havnir ella akkerspláss í føroyskum sjóumveldi, ella at nevndu skip fáa slíka atgongd.
Talan er um fleiri enn 600 skip, í høvuðsheitinum tanga- og farmaskip, sum ikki sigla undir russiskum flaggi, og sum millum annað verða nýtt at koma uttanum avmarkandi tiltøkini um prísloft á russiskari olju og gassi.
Skipini eru nevnd á listanum sambært skjali 6 a til kunngerðina um ávís avmarkandi tiltøk, sum vísir til Annex XLII til samanskrivaðu fyriskipan Ráðsins 833/2014, sum er tøk her:
Serlig undantøk eru fyri skip, sum hevur tørv á hjálp og leitar í neyðhavn, ella av neyð má leggja inn í føroyska havn við atliti at trygd á sjónum ella fyri at bjarga lívi á sjónum, við atliti til menniskjalig endamál ella fyri at fyribyrgja ella verja seg móti einari hending, sum sannlíkt vil bera við sær álvarsom og munandi árin fyri heilsustøðuna hjá menniskjum ella umhvørvinum, ella sum avleiðing av einari náttúruvanlukku, ella til tess at kunna viðurkenna ella fremja ein rættarúrskurð ella eingerðarrættarúrskurð, sum er sagdur í Føroyum ella í einum ES-landi, ella við atliti til at tryggja rannsókn av lógarbrotum, sí § 15 a, stk. 3 í kunngerðini.