Føroyar og Evropasamveldið

Samstarvið millum Føroyar og Evropasamveldið (ES) er grundað á tríggjar sínámillum sáttmálar, sum snúgva seg um ávikavist fiskiveiðu, handil og gransking.

Fiskiveiðisáttmálin kom í gildi í 1980, og hevur síðani verið grundarlag undir einum árligum sínámillum býti av fiskiveiðimøguleikum millum Føroyar og ES.

Núverandi handilssáttmálin kom í gildi í 1997. Sáttmálin tekur burtur toll á øllum ídnaðarvørum millum ES og Føroyar við avmarkingum á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Fáar avmarkingar eru fyri innflutningi av vørum úr ES til Føroya. Tá talan er um atgongd fyri føroyskar vørur til ES marknaðinum eru undantøk og avmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Landsstýrið virkar áhaldandi fyri at betra marknaðaratgongdina fyri fiskavørur til evropeiska marknaðin.

Í 2001 kom í gildi ein heilsufrøðilig avtala við ES, sum partur av handilssáttmálanum. Avtalan ásetir, at heilsufrøðiliga støðið á framleiðslu av føroyskum fiskavørum skal samsvara krøvunum, ið ES setir til framleiðslu av somu vørum í limalondunum í ES. Á hendan hátt tryggjar avtalan, at føroyskar vørur ikki skulu ígjøgnum heilsufrøðiligt eftirlit við markið til ES.

Harumframt hava Føroyar síðan 2005 verið partur av evropeisku skipanini fyri samstarv um felags upprunareglur (kallað PAN-EURO-MED). Skipanin fevnir um ES, EFTA og miðjarðarhavslondini. Í 2011 varð skipanin við sínámillum avtalum gjørd um til ein økisbundnan sáttmála, ið Føroyar gjørdist partur av í 2013. Sambært sáttmálanum kunnu vørur skifta uppruna ímillum tey lond, ið eru fevnd av skipanini. Sostatt ber til at keypa rávøru úr øllum londum í skipanini, tilvirka vøruna og útflyta hana við tí upprunanum, sum stendur fyri størsta virðinum í lidnu framleiðsluni.

Í 2010 gjørdust Føroyar partur av ES granskingarsamstarvinum. Nýggjur sáttmáli um granskingarsamstarv millum Føroyar og ES varð gjørdur í 2014. Hann gevur Føroyum atlimaskap í felags ES granskingarskránni, Horizon 2020, ið hevur gildið til 2020. Atlimaskapurin setir Føroyar ájavnt øðrum luttakandi londum, tá talan er um møguleikar hjá føroyskum granskarum, granskingareindum og fyritøkum at søkja stuðul og verða við í ymsum samstarvsskipanum.