Uttanríkis- og mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Mentan og List   >   Listaøkini   >   Filmur

Filmur

Stuðul til film

Við nýggju kunngerðini frá 6. januar 2025 um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttan til film.

Filmshúsið

Í 2017 varð Filmshús sett á stovn við høvuðsendamálinum at menna og birta upp undir føroyskan film sum vinnu. Filmshúsið stendur á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar hjá Filmshúsinum eru:

  • at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
  • at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
  • at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
  • at miðla samband millum filmsaktørar,
  • at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
  • at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

Filmshúsið er staðsett í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.

Filmsverkstaðurin Klippfisk

Klippfisk er eitt kommunalt átak, ið gevur filmsspírum møguleika at menna sínar førleikar. Klippfisk virkar sum klekingardepil fyri ung talent og sum eitt tilboð fyri ung kring landið. Klippfisk er staðsett í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Sí www.klippfisk.fo.

Føroysk Filmsfólk

Felagið Føroysk Filmsfólk er eitt áhugafelag, ið arbeiðir fyri at bøta um korini hjá føroyskum filmsfólkum. Felagið er limur í LISA.