Uttanríkis- og mentamálaráðið kann árita summi føroysk almenn frumskjøl til løggildingar: Bara upprunaskjøl við frumundirskriftum frá kirkjuligu myndugleikunum – skjøl sum sóknarprestar og onnur starvsfólk í fólkakirkjuni embætis vegna hava latið úr hondum – verða áritað her.
Avrit ella teldutøk skjøl verða ikki áritað ella váttað á annan hátt.
Ráðið váttar, at talan er um skjøl, sum rætti myndugleiki hevur gjørt, men ráðið váttar ikki at tað sum stendur í skjølunum er rætt.
Onki avgreiðslugjald er.
Tað sum er avgerandi fyri, hvat stjórnarráð skal árita eitt skjal, er hvør myndugleiki hevur latið skjalið úr hondum og ikki hvørjum lóggávuøki skjalið viðvíkur.
Talan er oftast um hesi skjøl frá kirkjubókaførandi sóknarpresti/ skrivstovu kirkjubókaførandi sóknarprests:
- Vígslubrøv (sí tó niðari)
- Føði- og dópsbrøv og navnabrøv
- Líkpass (um lík av ríkisborgarum í øðrum londum)
Leggið til merkis, at vígslubrøvum viðvíkjandi eru ymsar mannagongdir, alt eftir hvør myndugleiki hevur gift parið:
- Vígslubrøv um vígslu í kirkju váttar Uttanríkis- og mentamálaráðið
- Vígslubrøv um borgarliga giftu hjá borgarstjóra váttar Fíggjarmálaráðið
- Vígslubrøv um vígslu í øðrum trúarsamfeløgum ella samkomum váttar Fíggjarmálaráðið
- Vígslubrøv um borgarliga giftu hjá sýslumanninum váttar fútin / Føroya politi
Eftir at hava fingið eitt skjal áritað í Uttanríkis- og mentamálaráðnum skal borgarin sjálvur senda danska Uttanríkismálaráðnum áritaða skjalið.
Til ber eisini at senda Uttanríkis- og mentamálaráðnum skjøl til áritingar við brævi (men ikki við teldubrævi, talan skal vera um upprunaskjøl). Fólk kunnu so koma í ráðið eftir teimum, ella biðja um at ráðið sendir teimum áritaðu skjølini aftur. Ráðið sendir ikki øðrum myndugleika skjølini.
Avtala tíð: Nøkur fá starvsfólk í Uttanríkis- og mentamálaráðnum hava heimild til at árita skjøl. Hetta verður gjørt yrkadagar í vanligari arbeiðstíð hjá ráðnum. Avgreiðslan tekur bert eina lítla løtu; men fólk eru ikki altíð tøk.
Ring tí á tlf. 358700 ella 734035 at avtala tíð í sambandi við løggilding – ella send ein t-post til ummr@ummr.fo ella kristjan@ummr.fo. Soleiðis sleppir tú undan at bíða ella koma aftur, tí tá kunnu vit tryggja at eitt starvsfólk er tøkt at gera arbeiðið, tá tú kemur.
Ofta nýtist tær ikki at fáa skjølini áritað hjá føroyskum myndugleika – hettar veldst um í hvørjum landi skjølini skulu brúkast. Umleið 120 lond (í høvuðsheitum í Amerika, alt Europa, India, Suðurafrika og Australia) eru í einum samstarvi, sum ger at tær í flestu førum einans tørvar váttan frá løggildingarskrivstovuni hjá uttanríkismálaráðnum í Danmark. Best er tó at spyrja seg fyri, eitt nú á sendistovuni hjá landinum, har skjalið skal brúkast.
Nærri upplýsingar um løggilding kunnu lesast á heimasíðuni hjá danska Uttanríkismálaráðnum www.um.dk – sí leinki: https://um.dk/rejse-og-ophold/legalisering.
Leggið til merkis, at danska Uttanríkismálaráðið tekur avgreiðslu- og tænastugjøld fyri hvørt skjal. Goldið skal vera frammanundan, og kvittan fyri gjaldið skal verða løgd við. Vegleiðing er á heimasíðu teirra.