Sendistova Føroya í Keypmannahavn
| Serstøk mál hjá sendistovuni í Keypmannahavn fevna m.a. um: - At umboða Føroyar mótvegis donskum stjónarráðum og myndugleikum
- Mál, har donsk stjórnarráð ráðføra seg við sendistovuna
- Regluligar fundir millum føroyskar og danskar myndugleikar
- Samskifti við aðrar sendistovur í Keypmannahavn serstakliga fyri at fremja búskaparligu áhugamál Føroya
- At veita hølisumstøður og aðrar tænastur til føroyskar myndugleikar og vinnulív
- At virka fyri, at Føroyar verða sjónligari í Danmark
Sendistovan í Keypmannahavn húsast á Norðurbryggjuni og ræður yvir fleiri skrivstovum, ið verða endurleigaðar eini altjóða skrivstovu og øðrum. Føroysk stjórnarráð, stovnar og fyritøkur nýta skrivstovu- og fundarhølini. Jóannes V. Hansen Sendimaður
|
| |
Samband
Strandgade 91, 4. hædd, 1401 Keypmannahavn K
Tlf: +45 32833770
copenhagen@mfa.fo
Avgreiðslutíðir
Mánadag til fríggjadag 10:00-15:00